lørdag den 22. oktober 2011

Stingur í hjartað!


Lurtaði eftir nýggjastu fløguni hjá Bjork í kvøld. Sum altíð eru nakrir sangir for nógv fyri meg, men hesin setti seg, og hevur staðið á replay síðani. Lekkurt!



onsdag den 19. oktober 2011

"You blows who is you."

Jazz Festivalur var í Norðurlanda húsinum í vikuskiftinum. Her eru nakrar myndir, sum eg tók av Mezzoforte, Teiti og Sunnleif saman við DR Pigekor.

Tú kanst klikkja á myndina, fyri at fáa hana størri.



 































torsdag den 15. september 2011

Tíðliga vetur





Endiliga hevur mín kera vinka, Durita, lært meg at gera snar.
So nú havi eg bundið mær eitt deiliga breitt panniband til veturin.

Nú eg havi so langt hár og ofta uppi í toppi, so ber ikki ordiliga til at kroysta eina húgvu omanyvir, og tá er deiligt at hava eitt panniband, at koyra á. :)

torsdag den 1. september 2011

Frídagur er nice!















Einki er so lekkurt, sum at hava ein frídag. Sova leingi.. Ganga í pyjamas til langt út á dagin... Tað er nakað, sum eg, í øllum førum, kann finna uppá. Men í morgun hevði eg sett mær vekkarin, tí eg skuldi ørindir. Á vegnum heim aftur, mátti eg sjálvandi fara inn í Miklagarð, tí eg mungaði eftir onkrum leskiligum til matna. Oog so líka hava eitt blað og eitt slag av neglalakk aftrat eisini. Síðan heim at kóka ketilin og finna fram mítt besta krúss til ein heitan munn.