søndag den 15. april 2012

One Habit Goes To Another

Teir síðstu mánaðarnir kann man róliga siga, at eg havi slept nógvum vanum/óvanum; So sum sigarettir, keyp av nógvum klæðum og vikuskiftis fross av pengum.



Men í staðin er mín kærleiki fallin fyri blomstrum, ringum, oyraringum osv. 
At hava frísk og pen blomstur heima, bleiv knappliga lívsneyðugt ;) Tað skapar nú eisini eina deiliga og róliga tilveru.

lørdag den 14. april 2012

PRADA





Her er eitt ordans páskainnlegg frá mær ;)
Myndir av Olsen tvillingunum frá Elle fyri apríl.


Okey, sjálvandi ein páskamynd:


Vit vóru øll familjan og rullaðu/blakaðu páskaregg í summarhúsunum á Skála, og ótu pannukøkur.
Og handan næsta myndin er hatta mítt páskaregg, sum eg fekk frá mammu :)
mmmmmmmm...

mandag den 2. april 2012

Málningur, sum á bróstinum hongur..

Eg eigi fleiri fittar og stuttligar mostrar, men serliga er tað ein teirra, ið eg hugsi um í hesum førum.
Tað er hin sum dugur so væl at mála. ;)






Á mínum føðingardegi yvirraskaði hon meg við einum stórum málningi, sum eg leingi hevði ynskt mær. Eg eri SO glað fyri hann!


Her eru nakrir av hennara málningum, so tit kunnu síggja hvussu væl hon dugir :)







Mín fitta mostur eitur Selma Johannesen, og er at hitta á Facebook:
http://www.facebook.com/profile.php?id=1608721390&ref=ts&__adt=2

fredag den 30. marts 2012

MikkalinuGuff

Eg var úti í sólskinsveðrinum við mammu í dag. Vit fóru ein túr forbí Østrøm, har Mikkalina og fleiri onnur hava sølutorg.
Mær dámar so væl farvurnar í smýkkunum hjá Mikkalinu, og keypti mær hendan vakra ringin :)

onsdag den 28. marts 2012

CUPCAKES

Í gjár var eg forbí 2x3 og keypti tilfar til cupcakes.
Eg havi havt bindiklubban her í kvøld, og gjørdi tí av at gera teimum hesar cupcakes'irnar :)


Eg hevði eisini bláber, sum eg pyntaði við. Harafturat flormelis, sum eg drússaði útyvir onkrar.
Hønirnar elskaðu køkurnar ;)





fredag den 23. marts 2012

Finala




Kvøldið hevur staðið á køkur, sjokulátu og gott undirhald av xFactor finaluni :)
Flott Ida!

Mahalo Moleko

Góðan morgun!
Tað er sól og fríggjadagur.

Hoyrdi hendan glaða sangin í morgun. Nú fari eg út at njóta góða veðrið :)


Í kvøld koma vinkur til xFactor hugna :)
Havi ein góðan sóldag!