mandag den 28. maj 2012

Koyr hárið upp!

Eg elski langt hár, men í hesum góðveðrinum er tað nokkso deiligt at hava stutt hár! Ein loysn er at koyra tað upp í eina feita flattu ella binda knút á! ;) 



















Gleðiliga Hvítusunnu! 




onsdag den 16. maj 2012

Ger tað sjálv!

Eg helt at armbondini, sum Elin bloggaði um og hevði gjørt sær, vóru so sera lekkur og litrík. So eg bað hana gera eitt til mín! Men eg veit ikki, knappliga fekk hon bara ein tann fittasta beiggjan, ein kann ynskja sær, so hon nokk gloymdi alt um, at eg bað hana gera mær hatta arbandið! ;)

So eg ein leygardagin setti eg meg bara sjálv at prøva.


Problemið er bara, at tað eru ALT ov nógvir litir av velja ímilum!!
Eg prøvaði eisini við silkibondum, tað bleiv faktis eisini nokkso feitt, haldi eg..




Eg keypti mær eina butterfly í Kjallarinum fyri góðari tíð síðan, men havi ikki brúkt hana serliga ofta, vil bara ikki koyra hana vekk. 
So var tað ein av myndunum, sum eg bloggaði um seinast, har ein butterfly var ein hálsketa. 
Eg eigi eina rúgvu av ketum, sum bara hanga til fyllu á vegginum til ónyttu, so... 




So eg gjørdi eina roynd..






 Haldi at eg bleiv heilt nøgd við royndina hjá mær. :)



Til tykkum sum brúka Hipstamatics! So hevur ELLE reklamera við einari nýggjari kulari linsu, sum eitur The Americana.




Les meir um hana her.

fredag den 11. maj 2012

mei.

Eftir sum at tað er so langt síðan, eg havi verið aktiv inni á her, so havi eg fult skriviborð á telduni við deiligum myndum, sum bara hava bíðað til at sloppi á her. ;) 














Eitt sera gott vikuskifti til tykkum! :)



tirsdag den 24. april 2012

Ger Tað Sjálv!

Eg haldi tað er so skeg, at gera mínar egnu smýkkur.
Serliga er tað ein bloggur, sum hevur so nógv hugskot honestlywtf.com - Ja, genialt navn! ;)
Allar myndirnar eru harfrá, uttan tann niðasta, hon er frá www.lovesoyl.com/.


Plagdi tú ikki at bregda í fólkaskúlanum?
Uppi í 2x3 fekk eg ein pakka við fleiri litum, fyri bara eini 30 kr. Eg fór beint í sving :)
Leinkja til greinina er her.

Sá ein líknandi ring í PIECES í gjár. Um tú ikki vilt hava eins og øll onnur, so er tað nemt at gera sín egna!
Leinkja til greinina er her.


Hetta hálsprýðið er nokso ógvusligt, men kul.
Leinkja til greinina er her.

Gleðiliga smýkking!

lørdag den 21. april 2012

Mmmm, comfy...


Eina slíka kundi eg gott hugsað mær. Avslappandi og behagiligt :)
Hesa fann eg her.
Og eingin annar enn sjálvur Chuck Bass hevði eina reyða í síðsta parti av Gossip Girl. Um tað klæddi honum ella ikki, mugu tit sjálvi avgera - hehe ;)