Eg var úti hjá ommu, áðrenn eg fór niður á skúla. Eg tók telduna við, so eg kundi vísa henni ein sang, sum eg havi gjørt til eina yrking hjá abba, sum varð skrivað í 1935. Tá hon hoyrdi fyrstu tvær reglurnar Hon spretti ein kensludrignan várdag, eftir æling og sólskin í apríl fekk hon eitt smíl á, sum var so pent.
Hon mintist væl at abbi hevði skrivað henni hasa yrkingina fyri 76 árum síðani. Men hon vitsti ikki at hon var til longur. Hon segði at hon helt, at hann hevði skrivað yrkingina ein dagin hon var órein við hann. Og so flenti hon so hjartaliga. :)
Nakað heilt annað var tað, at hon var djúpt fasinerað av, at eg kom gangandi inn við hesum og so spældi eg tónleik úr og vísti henni myndir úr telduni. Hon skilti einki av hvussu alt hetta hekk saman.
Deilig er hon.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar