Tá eg gangi gjøgnum gøturnar í Danmark plagi eg at halda mær fyri eyguni, men onkuntíð detti eg útí og síðan eg kom niður er hetta nakað av tí, sum eg havi keypt.
Hvíta kjólan havi eg keypt í TOPSHOP, sum minnir nógv um mammu'sa brúðarkjóla.
Kovboyjakkin er frá Kongens Klæ'r, endurnýtslu handli.
Taskan er eisini frá Kongens Klæ'r, eini 50 kr. Oh yes!
Åja, gráu troyggjuna havi eg ikki keypt niðri - hana vildi eg bara vísa fram og reypa, tí eg keypti hana í Reyða Krossi heima í Føroyum fyri TREDIVU kr. Havi so keypt lapparnar í 2x3 fyri 25 kr. og seymað teir á.
Varrastiftin er Maybelline 413 frá Matas fyri 89,95
og neglalakkið er frá H&M
Nice handan gráa troyggjan!!!!
SvarSletmmmm... lekkurt. Eg hevði viljað átt cowboyjakkan. MEGA nice ;)
SvarSlet- lítla kusinan xx
Takk tit báðar! Bæði pløggini kostaði mær lítið og einki. SCORE. ;) Tit kunnu báðar altíð læna, vita tit. :)
SvarSlet