tirsdag den 13. december 2011

Gleðilig Jól!

Eg haldi, at JÓL er tann besta tíðin av árinum. Mær dámar so væl hugnan saman við vinkonunum. Stearinljós. Luktin av mandarinum. Ein heitan kopp av te og kanska tvær ella fimm karamellur aftur við. 
Eg gleði meg altíð til, at taka jólapyntið fram og hanga alt upp. Eg kann gott byrja at pynta hálvan novembur, men tað eru summu, sum flenna at mær tá, so eg havi valt at bíða til síðst í mánaðinum. ;)
Eg plagi onkuntíð, at leita á netinum fyri at fáa íblástur, til at gera ymiskt jólaligt. Eisini fyri at síggja hvussu ymiskt fólk pynta heimið til jólar.


Her havi eg funnið nakrar deiligar myndir, sum eg haldi, eru sera hugleiðandi. Kanska tit verða inspirerað! ;)





























































Eg haldi tað er so hugaligt at pakka gávurnar inn, og mær dámar væl at gera eitt sindur burturúr, sum við gávupappíri og tílíkum. 




Keyp blandaði gávupappír og hav eitt noða ella eitt simpult band rundan um. Ger eisini títt egna til&frá merki.








Eisini er stuttligt at gera eyka nógv burturúr, tá man skal pynta seg!






















1 kommentar: