OKEY, nú havi eg ikki bloggað í TVEIR mánaðir! Tit, allir mínir lesarir, hehe, munnu vera nakað skuffaðir! ;)
Ja, her hevur verið eitt sindur rokaligt, síðani eg bloggaði seinast. Eg fekk nemliga verðins lekkrasta son 29. apríl og ikki tað, at tað hevur verið so strævið, at eg ikki havi yvirskoðað at skrivað nakað her, men man má siga, at prioriteringarnar hava ikki verið tær somu!
Annars so fylti eg 25 ár í gjár! Uha, nú er man ikki "fyrst í 20'unum" longur. :) Men vit høvdu ein deiligan dag saman við familjuni og so fekk eg onkrar lekrar gávur eisini, so sum Eingilin frá Mikkalinaglas, Góðaráð og Green Gate krúss - sí mynd.
Havið tað allar best!
Ingen kommentarer:
Send en kommentar