mandag den 15. juli 2013

2# Vilt tú eiga?

Blusa av Kate Moss kollektiónini frá Top Shop, sum eg keypti tá eg var niðri í skúla. 
Elski hana!! Men eg brúki hana ongantíð, og havi innsæð, at tað er ikki ein nóg góð grund til at hava hana hangandi í skápinum.



Toppur frá Guðrun & Guðrun.



Gestuz kjólin, sum kostaði 1500,- nýggjur.
Nokk tað einasta plaggið, sum eg havi brúkt so nógvar pengar uppá, sum ikki er G&G ;)
Hann er stødd 34.



Ektaður skinnfrakki. 
Medium/large.
Frakkin er seldur

Um nakar ynskir, at keypa, ella bara síggja nakað av hesum, so kunnu tit skriva boð her :)

onsdag den 15. maj 2013

Tip

Lekkurt langt hár!? 
So mást tú prøva hetta!


fredag den 22. februar 2013

Hvar er hitin!?


Á sum eg gleði meg, til tað verður eitt sindur heitari í veðrinum. Hesin kuldin far ongan endað.
Eg tími ikki at ganga í hesum stóra vetrarjakkanum meir!! Vil sleppa í leðurjakkan og sólbrillurnar aftur.






Eg haldi at hendan troyggjan er barasta so feit!


..og so dámar mær eisini so væl hesa blusuna.


..og hendan jakkan!


 Gott vikuskiftið!




lørdag den 16. februar 2013

Hár, hár, hár






Langt hár kann ein ongantíð troyttast av, ha?
Eg vænti eg síggi soleiðis út um eina tíð:

Blondes have more fun?

Endiliga gjørdi eg tað! Eg havi havt ljóst hár ALTÍÐ, (uttan í míni rebelsku tíð, sum 16 ára gomul, tá eg litadi mær svart, tí mamma segði nei til tað. Men til mín vinning sá eg út sum eitt pizzaface við óreinari húð og alt for myrkum hári;) og nú tók eg meg so saman, at gera eina nýggja roynd. Meiningin var ikki at fáa tað so myrkt, men gotter, man hevur ikki heilt kontrol, tá man brúkar heimaliting. Men eg eri væl nøgd við úrslitið :)

mandag den 11. februar 2013

Chung!

Fríggjadagin litaði eg mær hárið sjokulátabrúnt og eg eri so glað fyri tað! Havi verið ljóshærd í eini 10 ár - Deiligt við broyting. Mynd kemur seinni :)
Her eru nakrar myndir av mínum nýggjasta damu-crushi, Alexa Chung.







Góða nátt :)

lørdag den 26. januar 2013

Lampa

Eg havi totalt fingið eitt "fetish" fyri lampum!
Var inni í einum so hugnaligum handli á Holmbladsgade ein dagin, og keypti mær nakrar ljósketur til køkin og eina lampu til at hanga í gongini.
Nú havi eg fingið mær eina uppgávu, at gera mína egnu lampu, sum skal verða uppi yvir borðinum.  
Havi skaffað mær gamlar broderaðar ommudúkar, sum mamma skuldi senda við postinum. So keypa lím og ballónir.
So kann eg fara í gongd ;)