onsdag den 25. september 2013

Superlættir bollar uttan ger

Bakaði nakrar superlættar, skjótar og lekrar bollar í gjár. Tað tók 20 minuttir - tilsamans. Og teir kunnu saktans frystast.

Hetta skal í (uml 10 bollar):
3 dl hveitimjøl
1,5 dl grahamsmjøl
0,5 dl rugmjøl
(tú kanst eisini bara koyra 5 dl hveitimjøl, um tú heldur vilt tað. Ella blanda, sum tær lystir)
1 spsk bakipulvur
1/4 tsk salt
2 spsk siropp (ansa eftir at tú ikki koyrir ov nógvan í)
2½ dl vatn

Soleiðis gert tú:
1. Set ovnin á 200 gradir og koyr bakipapír á eina plátu.
2. Koyr mjøl, bakipulvur og salt í ein bolla og blanda. Koyr siropp og vatn í og rør til eitt javnt deiggj.
3. Síðani tekur tú bollar úr bollanum við at brúka eina skeið. Tú kanst forma teir rundar við mjølutum hondum.
4. Set teir mitt í ovnin í 12-15 minuttir. 



Sveimandi á facebook

mandag den 23. september 2013

Innandura




Danska merki Bloomingville er sum eitt magnet fyri meg. Gangi eg inni í 2x3, Miklagarði ella onkustaðni har tað selist, so standi eg, áðrenn eg veit av, við onkrum í hondini og fantaseri um hvar tað skal vera heima hjá mær.
Tað er so simpult, dekorativt og so eisini passaligir prísir.

Yndis á mánadegi

















Yndis er í dag Beinta á Torkilsheyggi. Hon er so dugnalig. Hon hevur heimasíðuna www.beinta.com.

søndag den 22. september 2013

75% Dolly


Í gjár fann eg hesa stuttligu versiónina av Jolene. Deiliga sunnudagsslig, men eg fái ikki ordiliga bestemmað meg, hvørja mær betur dámar. Hetta er Dolly'sa originalversión, sum onkur bara hevur seinkað 25%.
Nú kunnu tit sleppa at vita, um tit klára at bestemma tykkum.
 Góðan sunnudag! 






fredag den 20. september 2013

Sveimandi? Hvat heitasta!

Bloggurin hevur so dyggiliga tørv á eini kerligari hond. 
Eitt nýtt navn! Ja, tað trongdi til. Eg hevði ikki væntað, at hendan síðan fór at hava so langa livitíð.
11. apríl '11 var fyrsta greinin skrivað. Eg sat á skúlaheiminum í Valby og royndi at fordríva tíð.
Nú eru tvær afturat mær, sum skriva og so fær man smá "kick" av, at tað til tíðir eru yvirraskandi nógv, sum vitja síðuna.

Nú er navnið so skift til Sveimandi. Eg haldi tað er sera hóskandi og ikki so torført, bæði at minnast og skriva
Vit eru sveimandi. Vit blogga um ting, vit ynsktu vit høvdu. Vit ímynda okkum, at einaferð fer tað at vera so og so. Hava tað perfekta heimið. Yvirskot til at baka milliardir av køkum, sum vit senda til tey heimleysu. Fyldigt hár og slættan búk osfr.

Oooog so eru vit sera glaðar fyri, at kunna bjóða einum nýggjum bloggara vælkomnan upp í toymið:

Ingun Háberg!



mandag den 15. juli 2013

2# Vilt tú eiga?

Blusa av Kate Moss kollektiónini frá Top Shop, sum eg keypti tá eg var niðri í skúla. 
Elski hana!! Men eg brúki hana ongantíð, og havi innsæð, at tað er ikki ein nóg góð grund til at hava hana hangandi í skápinum.



Toppur frá Guðrun & Guðrun.



Gestuz kjólin, sum kostaði 1500,- nýggjur.
Nokk tað einasta plaggið, sum eg havi brúkt so nógvar pengar uppá, sum ikki er G&G ;)
Hann er stødd 34.



Ektaður skinnfrakki. 
Medium/large.
Frakkin er seldur

Um nakar ynskir, at keypa, ella bara síggja nakað av hesum, so kunnu tit skriva boð her :)

onsdag den 15. maj 2013

Tip

Lekkurt langt hár!? 
So mást tú prøva hetta!