fredag den 20. september 2013

Sveimandi? Hvat heitasta!

Bloggurin hevur so dyggiliga tørv á eini kerligari hond. 
Eitt nýtt navn! Ja, tað trongdi til. Eg hevði ikki væntað, at hendan síðan fór at hava so langa livitíð.
11. apríl '11 var fyrsta greinin skrivað. Eg sat á skúlaheiminum í Valby og royndi at fordríva tíð.
Nú eru tvær afturat mær, sum skriva og so fær man smá "kick" av, at tað til tíðir eru yvirraskandi nógv, sum vitja síðuna.

Nú er navnið so skift til Sveimandi. Eg haldi tað er sera hóskandi og ikki so torført, bæði at minnast og skriva
Vit eru sveimandi. Vit blogga um ting, vit ynsktu vit høvdu. Vit ímynda okkum, at einaferð fer tað at vera so og so. Hava tað perfekta heimið. Yvirskot til at baka milliardir av køkum, sum vit senda til tey heimleysu. Fyldigt hár og slættan búk osfr.

Oooog so eru vit sera glaðar fyri, at kunna bjóða einum nýggjum bloggara vælkomnan upp í toymið:

Ingun Háberg!



Ingen kommentarer:

Send en kommentar