Fyri nøkrum árum síðan var eg inni á Designmuseum Danmark, og kom framvið hesum feita rúminum og mátti taka eina mynd, tí eg helt tað verða eina so feita uppsetan og kanska eg eisini kundi fáa íblástur.
Í dag sær man tað nógvastaðni, bæði í bløðum og á netinum, har tey skapa ymiskar møblar burturúr plattum, serliga europlattur, tí teir hava eitt nokkso rátt "look".
Enn liggja tveir lítlir europlattar í kjallarinum hjá okkum, tí eg ikki eri komin til, at gera nakað við teir.
Eg havi funnið nøkur dømur, sum mær dámar serliga væl.

Tað eru óteljandi dømur, tú kann gera við plattum. Her vóru bara nøkur heilt fá, sum mær dámdi.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar