Vit hava fingu orðið á Guðruna, sum er ein roynd songkvinna. Hon hevur verið bakgrundssangari hjá nógvum bólkum, og í vár gav hon fløgu út saman við Bartali Augustinussen. Vit seta henni nakrar spurningar.
Hvat gert tú?
Eg lesi námsfrøði á Frøbel
Hvar ert tú?
Keypmannahavn, Danmark
Ætlar tú tær heim aftur?
Eg ætli mær heilt avgjørt heim aftur, men tað verður nokk ikki enn.
Tú vanst Sement saman við Bartali, hví luttóku tit?
Vit vunnu Sement í februar 2011. Áðrenn tað høvdu vit spælt eitt lítið sindur saman – til okkurt brúdleyp og føðingardagar, men aldrin okkara egna tónleik. Eg visti, at Bartal hevði gjørt nøkur løg og spurdi eg hann beint áðrenn Sement, um vit ikki skuldu royna tað.
Bartal og eg kennast so mikið væl, at tað føldist náttúrligt fyri meg, at vit meldaðu okkum til kappingina saman.
Vit meldaðu okkum til Sement við tí fyri eygað, at onnur skuldu vita at vit ”eksisteraðu” og fyri at tey skuldu koma at kenna okkara tónleik. Eg hevði aldrin droymt um, at vit fóru at vinna, so tað var ordiliga stuttligt. Haldi ikki at eg eri blivin so kløkk fyrr, sum tað kvøldið vit vunnu
Hjá einum tónleikara, er allarhelst størsta ynski at geva fløgu út. Hvussu er kenslan?
Tónleikur hevur altíð fylt nógv í mínum lívi, og at vera sangari var altíð mín stóri dreymur. Eldri man blívur, meir skumpar man kanska hesar dreymarnar til síðis, tí at tað er so mikið ringt at sleppa framat.
”Vónin er” kom út 5. apríl í ár og er hon okkara fyrsta fløga.
Tað føldist ótrúliga óveruligt. Haldi ikki at tað er fyrrenn nú, at tað spakuliga er byrjað at ganga upp fyri mær.
Tað er ein fantastisk kensla.
Og ert tú nøgd?
Eg eri ótrúliga væl nøgd og errin av okkara fløgu. Haldi at vit fingu tað fram sum vit ætlaðu við henni. Vit vóru heppin at hava Benjamin Petersen sum framleiðara, og megnaði hann sítt arbeiði 100%. Fløgan hevði ikki verið tann sama uttan hann.
Um tú kundi, hevði tú so livað av tónleikinum?
Heilt avgjørt. At syngja er tað sum eg elski at gera, og um eg kundi livað bara av tí, so hevði eg tikið av.
Hvat gert tú, tá tú skalt hugna tær?
Eg eri ein rættiliga ”stille og rolig” genta. Eg hugni mær ordiliga nógv, tá ið eg eri saman við fólki sum eg eri góð við.
Annars trívist eg væl í mínum egna selskapi. Eg elski tá ið íbúðin er nývaskað, tendri stearinljós og koyri góðan tónleik frá.. tá hugni eg mær.
Um tú vanst eina millión, hvat hevði tú brúkt pengarnar uppá?
Eg hevði roynt at sett eitt sindur til síðis. Annars ferðast og hugna mær.
Er glasið hálvtómt, ella hálvfult?
Eg haldi at eg eri ein góð blanding av báðum.
Og til endan, hvar ert tú um 10 ár?
Eg hopi at eg eri glað og komin á røttu hyll.
Vit takka fyri prátið. Alt tað besta :)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar