torsdag den 26. september 2013

Brudarfjakking!

Her eru vit tvey, nygift hjun, a honeymoon! Okkara ferd fevnir seg um Russland, India, Thailand, Cambodja og Vietnam, og ta vit longu eru stodd i India, so faa tit tiverri onki guff fra Russlandi. Men India er eitt nogv meira klikkad land, so tad er kanska her tad veruliga guffid goymir seg. Av ti at vit eru sein a veg, so verda innslogini i byrjanini eitt siindur forskotin.

Vit hoyrast skjott! xoxo

Durita & Paetur

onsdag den 25. september 2013

ÍBLÁSTUR TIL PLATTAR

Fyri nøkrum árum síðan var eg inni á Designmuseum Danmark, og kom framvið hesum feita rúminum og mátti taka eina mynd, tí eg helt tað verða eina so feita uppsetan og kanska eg eisini kundi fáa íblástur.

Í dag sær man tað nógvastaðni, bæði í bløðum og á netinum, har tey skapa ymiskar møblar burturúr plattum, serliga europlattur, tí teir hava eitt nokkso rátt "look". 



Enn liggja tveir lítlir europlattar í kjallarinum hjá okkum, tí eg ikki eri komin til, at gera nakað við teir. 

Eg havi funnið nøkur dømur, sum mær dámar serliga væl.







Tað eru óteljandi dømur, tú kann gera við plattum. Her vóru bara nøkur heilt fá, sum mær dámdi.










Superlættir bollar uttan ger

Bakaði nakrar superlættar, skjótar og lekrar bollar í gjár. Tað tók 20 minuttir - tilsamans. Og teir kunnu saktans frystast.

Hetta skal í (uml 10 bollar):
3 dl hveitimjøl
1,5 dl grahamsmjøl
0,5 dl rugmjøl
(tú kanst eisini bara koyra 5 dl hveitimjøl, um tú heldur vilt tað. Ella blanda, sum tær lystir)
1 spsk bakipulvur
1/4 tsk salt
2 spsk siropp (ansa eftir at tú ikki koyrir ov nógvan í)
2½ dl vatn

Soleiðis gert tú:
1. Set ovnin á 200 gradir og koyr bakipapír á eina plátu.
2. Koyr mjøl, bakipulvur og salt í ein bolla og blanda. Koyr siropp og vatn í og rør til eitt javnt deiggj.
3. Síðani tekur tú bollar úr bollanum við at brúka eina skeið. Tú kanst forma teir rundar við mjølutum hondum.
4. Set teir mitt í ovnin í 12-15 minuttir. 



Sveimandi á facebook

mandag den 23. september 2013

Innandura




Danska merki Bloomingville er sum eitt magnet fyri meg. Gangi eg inni í 2x3, Miklagarði ella onkustaðni har tað selist, so standi eg, áðrenn eg veit av, við onkrum í hondini og fantaseri um hvar tað skal vera heima hjá mær.
Tað er so simpult, dekorativt og so eisini passaligir prísir.

Yndis á mánadegi

















Yndis er í dag Beinta á Torkilsheyggi. Hon er so dugnalig. Hon hevur heimasíðuna www.beinta.com.

søndag den 22. september 2013

75% Dolly


Í gjár fann eg hesa stuttligu versiónina av Jolene. Deiliga sunnudagsslig, men eg fái ikki ordiliga bestemmað meg, hvørja mær betur dámar. Hetta er Dolly'sa originalversión, sum onkur bara hevur seinkað 25%.
Nú kunnu tit sleppa at vita, um tit klára at bestemma tykkum.
 Góðan sunnudag! 






fredag den 20. september 2013

Sveimandi? Hvat heitasta!

Bloggurin hevur so dyggiliga tørv á eini kerligari hond. 
Eitt nýtt navn! Ja, tað trongdi til. Eg hevði ikki væntað, at hendan síðan fór at hava so langa livitíð.
11. apríl '11 var fyrsta greinin skrivað. Eg sat á skúlaheiminum í Valby og royndi at fordríva tíð.
Nú eru tvær afturat mær, sum skriva og so fær man smá "kick" av, at tað til tíðir eru yvirraskandi nógv, sum vitja síðuna.

Nú er navnið so skift til Sveimandi. Eg haldi tað er sera hóskandi og ikki so torført, bæði at minnast og skriva
Vit eru sveimandi. Vit blogga um ting, vit ynsktu vit høvdu. Vit ímynda okkum, at einaferð fer tað at vera so og so. Hava tað perfekta heimið. Yvirskot til at baka milliardir av køkum, sum vit senda til tey heimleysu. Fyldigt hár og slættan búk osfr.

Oooog so eru vit sera glaðar fyri, at kunna bjóða einum nýggjum bloggara vælkomnan upp í toymið:

Ingun Háberg!