søndag den 20. oktober 2013

Love marriage ella arranged marriage?

Nu hava vit verid burtur helvtina av ferdini, og hava bert eina viku eftir i India, inntil leidin gongur til Thailands. Tidin gongur ALT for skjott! Tad er so nogv at siggja!
India er so litrikt uppa so nogvar matar, men tad sum er so spennandi, tad er hvussu folkini eru og hvussu tey siggja livid.

Tad at verda giftur her, saest sum nakad heilt serligt, og ta eg (Durita) var innlogd fyri 3 vikum sidani (vegna matforgiftning), so spurdu allar sjukrasystrarnar um Paetur var "your friend or partner". Ta eg so segdi at hann var min madur, so reageradu allar vid "iiih" og "uuuuh" ljodum og onkur legdi ennta aftrat "very good", so antin var tad hjunarbandi sum var nakad serligt, ella hildu taer at Paetur var simpelthen so lekkur og at eg hevdi gjort eitt totalt overscore!! ;)
Ta eg so spurdi eina aftur, um hon hevdi sjeik, visti tad seg at hon hevdi havt sjeik i 2 ar, og vonadi at hon slapp at giftast vid honum, men her er opinbart raettiliga strangt vid "arranged marriage" imillum folk, so tad kom ann uppa um foreldrini vildu arrangera henni eitt "love marriage" (sum tey kalla tad) ella matti hon enda forholdi. Men Indarir (teir flestu vit hava mott), hava eitt annad forhold til hesi tingini, og tey godtaka tad, hoast tey siga, at forholdid til hetta er vid at broytast.

Eisini er livsholdningurin millum tey "fatoku" ein heilt annar. Tey flestu hava kanska eini hus, sum merkir 1 rum, kanska tvey, og har inni er ein song, og kanska eitt bord, men virdid i teirra livi liggur onkra heilt adrastadni, og tey virka lukkulig hoast livid i okkara eygum, virkar til at vera sera hart. Vit royna at finna utav hvat teirra lyklaord er, ti shit vit vilja gjarna taka nakad av teirra virdum vid heim!

India er tad mest klikkada landid vit hava vitjad, men tad er eisini eitt av teimum, sum eru mest annarleidis, og sum hevur eina serliga avirkan a ein.




onsdag den 16. oktober 2013

Heystið

Í dag og farnu dagarnar hevur verið ótrúliga grátt í veðrinum - í øllum førum í høvuðstaðarøkinum -
so her er ein áminning um, at heystið kann síggja øðrvísi út, enn tað hevur gjørt seinastu dagarnar.











mandag den 7. oktober 2013

Í sveimandi stólinum: Guðrun Pætursdóttir Háberg

Vit hava fingu orðið á Guðruna, sum er ein roynd songkvinna. Hon hevur verið bakgrundssangari hjá nógvum bólkum, og í vár gav hon fløgu út saman við Bartali Augustinussen. Vit seta henni nakrar spurningar.
Hvat gert tú?
Eg lesi námsfrøði á Frøbel
Hvar ert tú?
Keypmannahavn, Danmark
Ætlar tú tær heim aftur?
Eg ætli mær heilt avgjørt heim aftur, men tað verður nokk ikki enn.
Tú vanst Sement saman við Bartali, hví luttóku tit?
Vit vunnu Sement í februar 2011. Áðrenn tað høvdu vit spælt eitt lítið sindur saman – til okkurt brúdleyp og føðingardagar, men aldrin okkara egna tónleik. Eg visti, at Bartal hevði gjørt nøkur løg og spurdi eg hann beint áðrenn Sement, um vit ikki skuldu royna tað.

Bartal og eg kennast so mikið væl, at tað føldist náttúrligt fyri meg, at vit meldaðu okkum til kappingina saman.
Vit meldaðu okkum til Sement við tí fyri eygað, at onnur skuldu vita at vit ”eksisteraðu” og fyri at tey skuldu koma at kenna okkara tónleik. Eg hevði aldrin droymt um, at vit fóru at vinna, so tað var ordiliga stuttligt. Haldi ikki at eg eri blivin so kløkk fyrr, sum tað kvøldið vit vunnu

Hjá einum tónleikara, er allarhelst størsta ynski at geva fløgu út. Hvussu er kenslan?
Tónleikur hevur altíð fylt nógv í mínum lívi, og at vera sangari var altíð mín stóri dreymur. Eldri man blívur, meir skumpar man kanska hesar dreymarnar til síðis, tí at tað er so mikið ringt at sleppa framat.
”Vónin er” kom út 5. apríl í ár og er hon okkara fyrsta fløga.

Tað føldist ótrúliga óveruligt. Haldi ikki at tað er fyrrenn nú, at tað spakuliga er byrjað at ganga upp fyri mær.
Tað er ein fantastisk kensla.

Og ert tú nøgd?
Eg eri ótrúliga væl nøgd og errin av okkara fløgu. Haldi at vit fingu tað fram sum vit ætlaðu við henni. Vit vóru heppin at hava Benjamin Petersen sum framleiðara, og megnaði hann sítt arbeiði 100%. Fløgan hevði ikki verið tann sama uttan hann.
Um tú kundi, hevði tú so livað av tónleikinum?
Heilt avgjørt. At syngja er tað sum eg elski at gera, og um eg kundi livað bara av tí, so hevði eg tikið av.
Hvat gert tú, tá tú skalt hugna tær?
Eg eri ein rættiliga ”stille og rolig” genta. Eg hugni mær ordiliga nógv, tá ið eg eri saman við fólki sum eg eri góð við.

Annars trívist eg væl í mínum egna selskapi. Eg elski tá ið íbúðin er nývaskað, tendri stearinljós og koyri góðan tónleik frá.. tá hugni eg mær.

Um tú vanst eina millión, hvat hevði tú brúkt pengarnar uppá?
Eg hevði roynt at sett eitt sindur til síðis. Annars ferðast og hugna mær.
Er glasið hálvtómt, ella hálvfult?
Eg haldi at eg eri ein góð blanding av báðum.
Og til endan, hvar ert tú um 10 ár?
Eg hopi at eg eri glað og komin á røttu hyll.

Vit takka fyri prátið. Alt tað besta :)




onsdag den 2. oktober 2013

mmmikudagur


EOS-Evolution of smooth pomegranate raspberry lip balm.

Tað ljóðar, sum ein sera góð feittstift, og so fann eg hana á ebay fyri lítlan penga. 
Eg helt tað sá so lekkurt út tá onnur smurdu sær varrar við teimum, at eg vildi eisini hava eina.

Og so prýður hon so væl á hyllini ;)

Tær kunnu eisini fáast her.

Nýggjasta ELLE-blaðið er eisini komi út, 
so nú verður hugnaligt at seta seg við einum te-munni og 
tveimum bløðum, við nýggjari varrastift á! ;)



søndag den 29. september 2013

Sveimandi sunnudagur


Hárprýði, nemt og skjótt at gera. 
Koyr eitt hárelastik ella eina hárnál í aftanfyri.


 Karrygult bummull garn. (restir)
Rundstokk nr. 5


Koyr 22 eygir á stokkin og bind nøkur umfør rætt og rangt, 
umleið 20 umfør, til tú hevur ein lítlan lappa.

Koyr síðan 6 eygur aftur á stokkin 
og bind uppá sama mata umleið 10 umfør, 
til tú heldur at tað røkkur runt um tann samanlagda lappan. 


Minst til at dáma okkum á Facebook





Jarðnøtarkøkur

Tað tykist, sum fólk fella fyri tí lætta. Vit hava ikki tíð til at baka avanseraðar køkur from scratch vanligar dagar. Teir røkka ikki til. So sjálvandi komi eg við enn eini lættari uppskrift, so vit hava tíð at baka okkurt lekkurt hetta deiliga sunnukvøld. 
Eg havi nokk einaferð deilt hesa uppskriftina fyrr á mínum gamla bloggi, men hon er ov góð og einkul at lata fara. 


Jarðnøtarkøkur:

Hetta skalt tú brúka:
200 gr margarin/smør
2 dl sukur 
2 dl havragrýn (eg brúkti fullkorns, og tað riggaði fínt) 
2 dl hakkaðar saltar jarðnøtir (peanuts)
1 tsk bakipulvur
3 dl (180 gr) hveitimjøl

50 - 75 gr. myrk sjokuláta (til pynt)

Soleiðis gert tú:
Tendra ovnin á 175 gradir.
Rør ella píska smør og sukur til tað er "fluffy".
Koyr restina av ingrediensunum (uttan sjokulátuna) í og arbeið við hondunum til tað er deiggjut.
Forma smáar kúlur og slætta við einum gafli.
Legg tær á eina plátu við bakipapíri.
Koyr í ovnin í uml. 15-20 minuttir. 
Tá køkurnar eru kølnaðar eitt sindur, skalt tú smelta sjokulátuna. Antin yvir "vatnbaði" ella í mikroovninum og rør eitt sindur í henni. 
Brúka eina teskeið til at "strimla" sjokuláta yvir køkurnar.


fredag den 27. september 2013

Ein mentanarhvøkkur - av rang!

Namaste!  So komu vit til Delhi, India! Aaa tann mentanarhvøkkur og nogvu inntrykk! Vit hava etid fantastiskan indiskan mat, so tad svidur eftir i, hava kempa okkum igjøgnum serstaka traffikin og bara tad at koma yvir um vegin, sum fotgangari, er ein fyritøka fyri tey djørvu! 
Her eru sera hjalpsom folk, og so tey sum eru so hjalpsom, at mann kennir a saer, at okkurt er heilt galid. Vit komu fyrst a eitt hostel, har netid ikki riggadi, sjalvandi, so vit blivu send a eitt turist kontor, har greitt bleiv fra, hvussu ringt tad er at skaffa tok o.a., so best var at tey ornadu alt. Hesin prisurin var so sera høgur, so vit, so klok sum vit ju eru, voru sterk at siga, at vit mattu lika hugsa um tad. Komin heim og a netid (sum so riggadi), funnu vit utav, at tey govu okkum triggjar ferdir so hogan pris, OG at okkurt avtalad spael er imillum hostel og turistkontor og so eisini imillum tukutuk'arir og turistakontor, og bankamannin sum just gekk uttanfyri, og kendi eitt gott turistkontor. So aftana at hava verid igjognum fleiri snytiupplivingar, har mann naestan ikki slapp avstad, so komu vit til eitt fraegari (dyrari) stad, har vit fingu erliga hjalp. At bileggja tokferdasedil er ikki so trupult hoast alt. 
So eitt gott rad er> Trust no one! Og gjald eitt sindur yvir titt budget fyrstu nattina og fa eina goda byrjan! 

हम अभी भी स्वस्थ पेट है. (Hama abhī bhī svastha pēṭa hai.)