torsdag den 14. april 2011

DEBATTEN


Okkara flokslærari arbeiður á DR og hevur fingið okkum, klassan, at vera í hyggjaraskarðanum í kvøld á Debatten, sum verður send live.
Og sum eg havi sæð á www.dr.dk, so eru atgongumerkini útseld líka til heyst.

Tað verður stuttligt at síggja hvussu tey arbeiða á studio produktiónum á DR.
Sendingin verður víst kl. 20 á DR2.

Skúlaklæðir

Ditte er ein mótabevíst genta í mínum klassa, sum altíð er í simplum, men feitum klæðum. Eg helt hon riggaði so væl í dag, so eg tók nakrar myndir av henni, til tykkum at síggja. ;)

onsdag den 13. april 2011

Hjørdis omma varð kallað Liljan

Eg var úti hjá ommu, áðrenn eg fór niður á skúla. Eg tók telduna við, so eg kundi vísa henni ein sang, sum eg havi gjørt til eina yrking hjá abba, sum varð skrivað í 1935. Tá hon hoyrdi fyrstu tvær reglurnar Hon spretti ein kensludrignan várdag, eftir æling og sólskin í apríl fekk hon eitt smíl á, sum var so pent.

Hon mintist væl at abbi hevði skrivað henni hasa yrkingina fyri 76 árum síðani. Men hon vitsti ikki at hon var til longur. Hon segði at hon helt, at hann hevði skrivað yrkingina ein dagin hon var órein við hann. Og so flenti hon so hjartaliga. :)
Nakað heilt annað var tað, at hon var djúpt fasinerað av, at eg kom gangandi inn við hesum og so spældi eg tónleik úr og vísti henni myndir úr telduni. Hon skilti einki av hvussu alt hetta hekk saman.
Deilig er hon.



Barbara í Gongini sum secound hand

Inni á síðuni hjá www.anywho.dk fann eg hendan kjólan sum secound hand fyri 700 kr., sær hann kendir út?

Kanst tú verða mín Moonspoon Saloon kjóli?

Hesar myndirnar eru frá www.anywho.dk

.

Moonspoon Saloon kjóli, Opening Ceremony skógvar og Whyred sólbrillur

Vár ávegis

Mundlam!
 

tirsdag den 12. april 2011

Stream'a nýggja single'in hjá Arctic Monkeys


Don't Sit Down 'Cause I Moved Your Chair, eitur sangurin sum Arctic Monkeys legði út á netið í gjár.
Tað er fyrsta single til fjórðu útgávuna.
Kjekka hann út!

Yndisligt

Astrid Melissa Edwarda Horn Weitzberg  er ein svensk 24 ára gomul sangarinna, sum er dóttir eina av kórsangarinnunum hjá ABBA. Melissa hevur givið tvær fløgur út, og um eg ikki fari heilt skeiv, so skal hon upptraðka í Tivoli saman við Teiti 10. juni.

Hesin sangurin hevur koyrt aftur og aftur í dag. Hann er so yndisligur og erligur.
Hennara kunstnaranavn er Melissa Horn.

mandag den 11. april 2011

Hví "Einki Stuttligt At Flenna"?

"Einki Stuttligt At Flenna" er sjálvandi navnið á mínum bloggi, tá eg havi havt ein uppvøkstur við trimum eldru systkjum, sum einki dámdi at fáa ein eftirnølara, sum grenjaði illa og varð ein forkelaður ungi. ;) So kom tað fyri at eg skuldi spæla smørt og siga við tey, tá tey flentu eftir mær, at tað var "einki stuttligt at flenna!" Well... Tað blivu tey ordiliga kedd av at hoyra. Ikki.