fredag den 30. marts 2012

MikkalinuGuff

Eg var úti í sólskinsveðrinum við mammu í dag. Vit fóru ein túr forbí Østrøm, har Mikkalina og fleiri onnur hava sølutorg.
Mær dámar so væl farvurnar í smýkkunum hjá Mikkalinu, og keypti mær hendan vakra ringin :)

onsdag den 28. marts 2012

CUPCAKES

Í gjár var eg forbí 2x3 og keypti tilfar til cupcakes.
Eg havi havt bindiklubban her í kvøld, og gjørdi tí av at gera teimum hesar cupcakes'irnar :)


Eg hevði eisini bláber, sum eg pyntaði við. Harafturat flormelis, sum eg drússaði útyvir onkrar.
Hønirnar elskaðu køkurnar ;)





fredag den 23. marts 2012

Finala




Kvøldið hevur staðið á køkur, sjokulátu og gott undirhald av xFactor finaluni :)
Flott Ida!

Mahalo Moleko

Góðan morgun!
Tað er sól og fríggjadagur.

Hoyrdi hendan glaða sangin í morgun. Nú fari eg út at njóta góða veðrið :)


Í kvøld koma vinkur til xFactor hugna :)
Havi ein góðan sóldag!

torsdag den 22. marts 2012

Skjúrtur, klædningsjakkar og hatt!








Bloggarin Anne-Catherine Frey, er daman á myndunum.
Myndirnar eru tiknar á Paris Fashion Week 2012.
Mær dámar so væl at vitja bloggin og hyggja at hennara myndum. 
Hon er flott og hevur ein gjøgnumførdan stíl!
Hennara bloggur eitur annecatherinefrey.blogspot.com/

FUNNIN!



So fann eg endiliga ein pels, sum mær dámar ordiliga væl! JAY!
Í endurnýtsluhandlinum hjá Childcare Denmark var so nógv lekkurt. Absolut vert at hyggja forbí :)

tirsdag den 13. marts 2012

Pels jagstran!

Eg havi nú leingi verið á pels jagt. Tað er ikki bara sum at siga tað, at finna tann perfekta... 
fyri ein sømuligan prís!

(Edie Sedgwick og Bob Dylan <3)

Eg havi hoyrt at nógvir pelsar eru í endurnýtslu handlinum Child Care Denmark, sum liggur á Jagtvej.
Har fari eg at royna eydnuna hósdagin! :)
(har er bara opið hósd., fríggjad. og leygardag)





 



Dagsins sangur :)

Tá eg hoyrdi at Tim Christensen & The Damn Crystals koma á G!, gjørdist eg so glað!
Eg vóni at eg kann hoyra hann. :)

fredag den 9. marts 2012

Dagsins keyp

Tað er fríggjadagur og 9. flugubeinið er sett!
Vit hava einans eina viku eftir í Dk :)

Hesar keypti eg mær í dag


søndag den 4. marts 2012

Íblástur


Eg gangi nú í 8. mðr. av viðgongutíðini, og eg gleði meg at fáa ein normalan kropp aftur! :)
Ikki tað, tað er fantastiskt at føla okkara lítla sprell í búkinum, men nú vil eg hava tað út so eg kann klemma tað og mussa tað - og knappa mín jakka ;)

torsdag den 1. marts 2012

LIÐUG!

 Eg hevði eina mynd í huganum, og hetta varð úrslitið.