mandag den 9. juli 2012

Bamboo

Datt á hesa uppskriftina á lovesoyl.com
Eg kundi gott tonkt mær eina!

onsdag den 4. juli 2012

Eitt Hjartastykki



Hendan ringin fekk eg frá mammu í gjár.
Mamma fekk hann frá mammu síni, tá hon var 15 ár, og omma fekk hann frá abba, tá hon var 16.
Mamma graveraði tá eitt "E" í, fyri Elma.
Ringurin er 79 ár. Eg eri so glað fyri hann!

tirsdag den 3. juli 2012

Eitt MÁST

Slit, neon, kepp og lekkurt hár. So kunnu festivalarnir bara koma ann. 

mandag den 2. juli 2012

Ynski Mær!

Mítt næsta HUNT verður ein millitær jakki!
Vit minnast, tá tað var frammi fyri einum 15 árum síðani. Eg hevði tað feitasta millitær settið (haha!)
Einar strammar TROMPET buksir saman við eini nalvablus. Hells yeah ;) Nåh, vit hava øll havt okkara moments.
Nú skal eg so hava ein líknandi sum hendan:

      mynd tikin frá bloggar.aftonbladet.se/sofissnapshots/

25

OKEY, nú havi eg ikki bloggað í TVEIR mánaðir! Tit, allir mínir lesarir, hehe, munnu vera nakað skuffaðir! ;)
Ja, her hevur verið eitt sindur rokaligt, síðani eg bloggaði seinast. Eg fekk nemliga verðins lekkrasta son 29. apríl og ikki tað, at tað hevur verið so strævið, at eg ikki havi yvirskoðað at skrivað nakað her, men man má siga, at prioriteringarnar hava ikki verið tær somu!
Annars so fylti eg 25 ár í gjár! Uha, nú er man ikki "fyrst í 20'unum" longur. :) Men vit høvdu ein deiligan dag saman við familjuni og so fekk eg onkrar lekrar gávur eisini, so sum Eingilin frá Mikkalinaglas, Góðaráð og Green Gate krúss - sí mynd.
Havið tað allar best!