onsdag den 25. september 2013

Superlættir bollar uttan ger

Bakaði nakrar superlættar, skjótar og lekrar bollar í gjár. Tað tók 20 minuttir - tilsamans. Og teir kunnu saktans frystast.

Hetta skal í (uml 10 bollar):
3 dl hveitimjøl
1,5 dl grahamsmjøl
0,5 dl rugmjøl
(tú kanst eisini bara koyra 5 dl hveitimjøl, um tú heldur vilt tað. Ella blanda, sum tær lystir)
1 spsk bakipulvur
1/4 tsk salt
2 spsk siropp (ansa eftir at tú ikki koyrir ov nógvan í)
2½ dl vatn

Soleiðis gert tú:
1. Set ovnin á 200 gradir og koyr bakipapír á eina plátu.
2. Koyr mjøl, bakipulvur og salt í ein bolla og blanda. Koyr siropp og vatn í og rør til eitt javnt deiggj.
3. Síðani tekur tú bollar úr bollanum við at brúka eina skeið. Tú kanst forma teir rundar við mjølutum hondum.
4. Set teir mitt í ovnin í 12-15 minuttir. 



Sveimandi á facebook

Ingen kommentarer:

Send en kommentar