søndag den 16. december 2012

Baby I'm Yours



JUBBIIIIIIII

31. desembur kl. 12, nýggjársaftan, skulu eg og mín deiligi besti vinur giftast :))



onsdag den 5. december 2012

Ynskilisti


Fjällräven




Eg ynski mær so nógv eina Fjallraven tasku!
Gangi og mæli við einari gamlari Eastpack, sum burdi verið lagt á eina hyll nú :)
Men ongin veit, kanska eg verði yvirraska!

Framhaldandi gott mikukvøld.


fredag den 30. november 2012

Vilt tú eiga?


Hesar mega lekkru Chix skógvarnar keypti eg fyri eini viku síðani fyri 500,-
Teir eru stødd 39.
Eg havi verið í teimum eina ferð.
Skriva boð her.

SELDIR



torsdag den 29. november 2012

Íblástur


So vóru jólini aftur her. 
Ein so deilig og hugnalig tíð á árinum. 

Her er eitt sindur av íblástri.  


 ..og um tú eigur okkurt plagg við blondum, 
sum tú ikki skal brúka til nakað, 
so hevði tað eisini verið pent at líma á. :)


søndag den 18. november 2012

TOPSI TAIL


Sindur av íblástri til tín, við langum hári :)



Eg havi í dag gjørt mær góðu gomlu "Topsi tail" x5.
Góðan kritahvítan sunnudag :)

onsdag den 24. oktober 2012

Gáva




Mín fitta vermamma, kom við hesi lekkru troyggju í dag, sum hon hevur bundið mær :)

tirsdag den 23. oktober 2012

TOPP



Eitt sindur av íblástri til tín, hendan váta týsdag :)
Og ein góðan sang:


lørdag den 13. oktober 2012

Heystferia...

Góða heystferiu til tykkum heldigu! Eg eri ikki ein av teimum, men unni tykkum tað væl! :)




fredag den 7. september 2012

Summar á Heysti

Ja, heysti kemur tíðliga í Føroyum - ella er alt árið. Nei, eitt deiligt summar hava vit havt við nógvum sóldøgum :)
Men nú fara eg og mín lítla familja til verðuligt summar! Vit fara til Qatar um tvær vikur. YAY!
Vit vóru har eisini á jólum 2009 og har er so lekkurt.
so nú byrji eg so smátt at pakka og fari at finna mær onkran lekkran sólkjóla :)


mandag den 9. juli 2012

Bamboo

Datt á hesa uppskriftina á lovesoyl.com
Eg kundi gott tonkt mær eina!

onsdag den 4. juli 2012

Eitt Hjartastykki



Hendan ringin fekk eg frá mammu í gjár.
Mamma fekk hann frá mammu síni, tá hon var 15 ár, og omma fekk hann frá abba, tá hon var 16.
Mamma graveraði tá eitt "E" í, fyri Elma.
Ringurin er 79 ár. Eg eri so glað fyri hann!

tirsdag den 3. juli 2012

Eitt MÁST

Slit, neon, kepp og lekkurt hár. So kunnu festivalarnir bara koma ann. 

mandag den 2. juli 2012

Ynski Mær!

Mítt næsta HUNT verður ein millitær jakki!
Vit minnast, tá tað var frammi fyri einum 15 árum síðani. Eg hevði tað feitasta millitær settið (haha!)
Einar strammar TROMPET buksir saman við eini nalvablus. Hells yeah ;) Nåh, vit hava øll havt okkara moments.
Nú skal eg so hava ein líknandi sum hendan:

      mynd tikin frá bloggar.aftonbladet.se/sofissnapshots/

25

OKEY, nú havi eg ikki bloggað í TVEIR mánaðir! Tit, allir mínir lesarir, hehe, munnu vera nakað skuffaðir! ;)
Ja, her hevur verið eitt sindur rokaligt, síðani eg bloggaði seinast. Eg fekk nemliga verðins lekkrasta son 29. apríl og ikki tað, at tað hevur verið so strævið, at eg ikki havi yvirskoðað at skrivað nakað her, men man má siga, at prioriteringarnar hava ikki verið tær somu!
Annars so fylti eg 25 ár í gjár! Uha, nú er man ikki "fyrst í 20'unum" longur. :) Men vit høvdu ein deiligan dag saman við familjuni og so fekk eg onkrar lekrar gávur eisini, so sum Eingilin frá Mikkalinaglas, Góðaráð og Green Gate krúss - sí mynd.
Havið tað allar best!

mandag den 28. maj 2012

Koyr hárið upp!

Eg elski langt hár, men í hesum góðveðrinum er tað nokkso deiligt at hava stutt hár! Ein loysn er at koyra tað upp í eina feita flattu ella binda knút á! ;) 



















Gleðiliga Hvítusunnu! 




onsdag den 16. maj 2012

Ger tað sjálv!

Eg helt at armbondini, sum Elin bloggaði um og hevði gjørt sær, vóru so sera lekkur og litrík. So eg bað hana gera eitt til mín! Men eg veit ikki, knappliga fekk hon bara ein tann fittasta beiggjan, ein kann ynskja sær, so hon nokk gloymdi alt um, at eg bað hana gera mær hatta arbandið! ;)

So eg ein leygardagin setti eg meg bara sjálv at prøva.


Problemið er bara, at tað eru ALT ov nógvir litir av velja ímilum!!
Eg prøvaði eisini við silkibondum, tað bleiv faktis eisini nokkso feitt, haldi eg..




Eg keypti mær eina butterfly í Kjallarinum fyri góðari tíð síðan, men havi ikki brúkt hana serliga ofta, vil bara ikki koyra hana vekk. 
So var tað ein av myndunum, sum eg bloggaði um seinast, har ein butterfly var ein hálsketa. 
Eg eigi eina rúgvu av ketum, sum bara hanga til fyllu á vegginum til ónyttu, so... 




So eg gjørdi eina roynd..






 Haldi at eg bleiv heilt nøgd við royndina hjá mær. :)



Til tykkum sum brúka Hipstamatics! So hevur ELLE reklamera við einari nýggjari kulari linsu, sum eitur The Americana.




Les meir um hana her.

fredag den 11. maj 2012

mei.

Eftir sum at tað er so langt síðan, eg havi verið aktiv inni á her, so havi eg fult skriviborð á telduni við deiligum myndum, sum bara hava bíðað til at sloppi á her. ;) 














Eitt sera gott vikuskifti til tykkum! :)



tirsdag den 24. april 2012

Ger Tað Sjálv!

Eg haldi tað er so skeg, at gera mínar egnu smýkkur.
Serliga er tað ein bloggur, sum hevur so nógv hugskot honestlywtf.com - Ja, genialt navn! ;)
Allar myndirnar eru harfrá, uttan tann niðasta, hon er frá www.lovesoyl.com/.


Plagdi tú ikki at bregda í fólkaskúlanum?
Uppi í 2x3 fekk eg ein pakka við fleiri litum, fyri bara eini 30 kr. Eg fór beint í sving :)
Leinkja til greinina er her.

Sá ein líknandi ring í PIECES í gjár. Um tú ikki vilt hava eins og øll onnur, so er tað nemt at gera sín egna!
Leinkja til greinina er her.


Hetta hálsprýðið er nokso ógvusligt, men kul.
Leinkja til greinina er her.

Gleðiliga smýkking!

lørdag den 21. april 2012

Mmmm, comfy...


Eina slíka kundi eg gott hugsað mær. Avslappandi og behagiligt :)
Hesa fann eg her.
Og eingin annar enn sjálvur Chuck Bass hevði eina reyða í síðsta parti av Gossip Girl. Um tað klæddi honum ella ikki, mugu tit sjálvi avgera - hehe ;)


mandag den 16. april 2012

Dagsins Ynskisett





Dagsins ynskisett er av The Gary Pepper Vintage.

WILDFOX

Wildfox er eitt merki, sum eg havi eygleitt nógv síðsta árið.
Nú hava tær báðar Emily Faulstich og Kimberly Gordon útgivið eina nýggja kollektión til vár 2012.