søndag den 19. januar 2014

Seyma babyklæði

Gott nýggjár, góðu tit! Vit hava, sum tit kanska hava lagt merki til, eisini ligið eitt sindur í dvala í jólaferiuni. Men nú eru vit afturvendar!

Eg havi, síðani eg fekk eina seymimaskinu frá manninum í jólagávu, seymað eitt sindur av babyklæðum. Tit skulu sleppa at síggja pløggini skjótt. Inntil tá vil eg bara tipsa um ein deiligan (fyri tað mesta seymi-)blogg, sum eg havi fingið nógvan íblástur frá. Anna Svenning eitur hon og hevur bloggin Laralil. Vitjið hana!