søndag den 27. november 2011

Soul Made Kvinnur & Hugni.




















"Serligt dámukvøld við Soul Made verður í Tórshavn 21 nov. kl. 19 til 21.
Til tiltakið verður tann nýggja kollektiónin frá Soul Made. Una og Annika geva góð stylingaráð, eisini verða nógv góð tilboð og 2 gávukort á 300,- kr. eru at vinna millum øll sum tekna seg.
Jacqulin Gardar, sum er útbúgvin Coach kemur at greiða frá, hvussu vit kunnu realisera dreymar okkara og gera teir til veruleika, heitið er " frá tanka til veruleika" haldi hetta ljóðar áhugavert, so lagt er upp til eitt sera hugnaligt og áhugavert dámukvøld."

Soleiðis ljóðaði ein innbjóðing inni á Facebook, sum eg og Elin møttu upp til. Tær byrjaðu við at bjóða vælkomin, og so hevði Jacqulin nøkur góð orð til okkum. Eisini var kaffi og okkurt leskiligt at fáa afturvið.
So sjálvandi tóku vit nakrar myndir av tí væleydnaða kvøldinum.



tirsdag den 22. november 2011

Sushi-føðingardagur!!


 


 

Eg var í føðingardag herfyri, har tað var tað lekkrasta matarborðið - nakrantíð!
Og kjekka so tí flottu køkuna, sum systir mín hevur gjørt :) wauw!

torsdag den 17. november 2011

Novembur hugni








































Novembur er ein deiligur mánaður, tí man merkir at jólini nærkast og man gleðir seg at hanga jólapynt upp. Jólini eri ikki so nær, at man stressast um jólagávurnar, og lukturin av mandarinum er enn nýggjur, at man blívur heilt heitur um hjartað, tí eg elski jól!


mandag den 14. november 2011

So kom veturin...












Eg var úti í garðinum hjá ommu í skýmingini í dag og mátti taka nakrar myndir.
Hon hevði plantað sær okkurt niður í summar, sum enn ikki var heilt følnað.
Eg haldi at litirnir eru so penir saman.