lørdag den 26. januar 2013

Lampa

Eg havi totalt fingið eitt "fetish" fyri lampum!
Var inni í einum so hugnaligum handli á Holmbladsgade ein dagin, og keypti mær nakrar ljósketur til køkin og eina lampu til at hanga í gongini.
Nú havi eg fingið mær eina uppgávu, at gera mína egnu lampu, sum skal verða uppi yvir borðinum.  
Havi skaffað mær gamlar broderaðar ommudúkar, sum mamma skuldi senda við postinum. So keypa lím og ballónir.
So kann eg fara í gongd ;)