tirsdag den 26. november 2013

Babyteppi úr bumull


Í dag eru 87 dagar eftir til termin, og tað tykist sum tíðin bara gongur skjótari og skjótari, hóast dagarnir ganga seint. Torført at forklára.

Eg havi við íblástri frá einum øðrum bloggi, bundið eitt, um eg sjálv skal siga tað, so ræðuliga fitt babyteppi. Myndirnar eru tiknar eitt sindur ymisk tíðspunkt. Og sum oftast um kvøldið við telefonini, so kvaliteturin er skiftandi, men vónandi síggja tit eisini, at tað er nokk so fitt.
Eg broytti uppskriftina, so teppi hóskar betur til tað, eg vil hava. Eg vildi hava eitt stórt bleytt teppi. Hetta er umleið 70x100 cm. Eg havi brúkt 5 noðu av hesum limegrøna tógvi frá Mayflower. 125 kr kostaðu tey tilsamans.

Eg havi brúkti stokk nr 3½ (Eg brúkti 80 cm rundstokk, so tað var deiliga lætt at halda eyga við, hvussu stórt tað bleiv)
Kastaði 168 eygu á og bant 8 røtt umfør. Mynstrið telur 12 eygu, men eg havi latið 6 tey fyrstu og síðstu eyguni í hvørjum umfari verið roynd. Hesi eyguni havi eg bundið røtt. Eisini á rangsíðuni.
Síðani er tað nokk so lætt. Tú bindur mynstrið, til teppið er umleið 90-100 cm, ella til tú metir tað vera passaliga nógv eftir av síðsta tógvinum, til at enda við 8 røttum umførum aftur, sum rond, og at taka av!

Åååja!! Viktugt! Minst til at dáma okkum á facebook! Trýst her, og kom inn á okkara síðu!






Ingen kommentarer:

Send en kommentar