onsdag den 10. september 2014

Dagsins loppur


So fall eg sum ikki einaferð í ta deiligu freisting at keypa endurnýtslu. 
Eg havi ein, hvat skal man kalla tað, ein innara bardaga, har eg ikki klári at góðtaka tað at endurnýtlsa er nógv for dýrt! 
Útboð og eftirspurningur - vøran er hareftir.
Eg gekk inni í handlinum hjá Torgerð Suðuroy. Eg kom inn og dururin er skítfullur av teak kommodum, hillum, kassum, sum antin ikki eru settar saman, ella er brotið. Stadigvekk havi eg hug at taka eitt petti upp og vita um prísur er á. 
Handilin er á tremur við øllum góðum. Torgerð er blíð at koma inn til. Hon dugur at snakka. Og hon dugur eisini at selja. Í hvussu er til mín. Meðan eg stóð og hugdi eftir tí flotta heklaðar teppinum, sum sæðst á myndini, segði hon mær, at systir hennara var farin í gongd við at hekla sær eitt sovorðið teppi í vár. Hon hevði brúkt 1700 krónur uppá garnið, og var ikki liðug við tað enn!
Tað var sum um hon læs mínar tankar, meðan eg helt í teppinum. Tað var so pent og stórt, eg visti eg fór aldri at hava tol til at binda mær eitt so stórt teppi. Men eg vil so gjarna vera røsk, konulig og yvirskotsagtig, tú veit, alt tað góða ;) 
Men ahskít - eg smekkaði til! 
Og meðan eg var í gongd, so mátti eg keypa handan fitta krakkin - ella hvat kallar man tað? Trin?
So kann sonurin endiliga fylgja við hvat gongur fyri seg á køksborðinum, uttan at koma drassandi yvir við stólinum ;)
Nú er teppið í vaskimaskinuni og eg má fara at finna eitt pláss at hava krakkin standandi :)

tirsdag den 9. september 2014

Hvar bleiv summarið av?


Summarið eksisteraði so ikki her inni á síðuni!! :o
Seinast eg skrivaði, var eg á veg í brúdleyp hjá Angelie og Jerry at filma. Tað gekk ordiliga væl. Tey vóru so vøkur og eisini glað fyri filmin, sum tey fingu við sær av landinum nakrar dagar seinni.

Her eru Instagram myndir, sum eru postaðar ígjøgnum summarið. 
Summarið fekk heilt vist Føroyar, at vísa seg frá síni allar bestu síðu.  
Vit byrjaðu summarferiuna í Danmark í tvær vikur. Tað var allar fagrasta veður, men faktiskt nokso gott at koma heim til tey góðu 15 hitastigini her heima, ístaðin fyri 25-30. 
Men í stuttum, so eitt fantastiskt summar við Voxbotn, vinfólkum, Legoland, Ólavsøku, familjuni og tað vigtigasta -  við dipdye hárið ;)
Nú er gerandisdagurin byrjaður aftur, og tað er gott at hava fingið rútmuna aftur :)

onsdag den 16. april 2014

Vakur morgun

Góðan vakran morgun! Í dag er ein serligur dagur. Eg skal filma mítt fyrsta brúdleyp! Altso, ikki MÍTT fyrsta brúdleyp - eg skal filma! Eg havi so at siga filmað alt annað, so eg eri sera spent uppá hesa uppgávuna. 
Tað er tann vakra Angelie í Gong, sum skal giftast og hon er longu farin til frisørina og eg eri á veg.
Tit síggja meir seinni. Wish me luck!


Tvey kamera, tvey stativ, ein mikrofon og ein persónur. Kann ikki ganga heilt galið ;-)




tirsdag den 15. april 2014

Páskapynt


So hava vit gjørt eitt sindur av páskapynti.
Róar málaði so raskur, ein fittan høsnarunga.


 So málaði eg hønu, hana og tveir høsnarungar.


Eg keypti alt í 2x3. Har tað vóru træfigurar, tøj og máling í. 
So hugnaligt at gera :)
Nú eru páskini vælkomin og vit fara at njóta nakrar frídagar.
Gleðiligar páskir!



torsdag den 13. marts 2014

Pusliplássið hjá beiggja pyntað

Í gjár bleiv mammusa elskaða barn eina viku. Eg havi ætlað at gera eitt "uro" at hanga yvir skiftiborðið hjá honum, so hann hevur okkurt stuttligt at hyggja eftir, og í gjár gjørdi eg tað so. Eg googlaði eitt sindur runt og kom fram á nøkur origami-mynstur, sum man kann prenta sjálvur og bara klippa út. Tað tyktist deiliga einkult fyri meg og mína tíðarplan fyri tíðina. Tað tók eina løtu, men mammusa svav leingi, so eg náddi at blíva liðug. Eg droppaði sekstankantin og blómuna, eftirsum eg bara hevði eina vanliga límstift, og hesi vóru so strævin at líma. Tey fóru allatíð uppaftur.
Eg hevði nøkur papír frá Tiger, sum eg bara legði í printaran, og so printaði eg nøkur ymisk út og klipti eftir mynstrinum.
Her er úrslitið hjá okkum, og her er heimasíðan, har eg fann mysntrini at prenta. Beiggin er ikki so yvir-áhugaður í teimum enn, men mamman er væl nøgd :)




tirsdag den 11. marts 2014

Flúgv frítt


Hvør elskar ikki fríð ting? 
Veggjaprýði kann vera dýrt. 
Og eg ynski mær massar av tí, men tað kemur eitt sindur á gangin.
Eitt kvøldi kom eg á eina síðu, sum hevði so nógvar flottar myndir, altso, vit snakka gratis! 
Myndin eg her havi printað var undir asiatiskum kunsti :) 
Okey, tit fáa leinkjuna her: vintageprintable.com/wordpress/

So tað er bara at ganga amok! Keyp nakrar rammur í Tiger, so hevur tú kunst fyri 20,-! ;)


TANTE TULI

TANTE TULI er ein so fittur genbrugs handil, sum liggur á Amagerbrogade 161. Hann hevur ein Facebook profil, har konan sum hevur hann, javnan leggur myndir út at tingum, sum hon nýliga hevur fingið. 

Eg fall "pladask" fyri hesum fitta stellinum, sum hon legði út í dag! Haldi at tað er so fitt. Má heldur fara forbí at keypa, áðrenn onki er eftir! Mær dámar so væl gomul stell og serliga tey við gullkanti!



Hon hevur so nógv lekkurt í handlinum, at tað er vert at fara forbí. Ella trýst á her, so kemur tú inn á hennara Facebook síðu, og kann síggja nakað av tí sum hon selur. 
Men sum sagt, vert at fara ein túr forbí!! :)