onsdag den 10. september 2014

Dagsins loppur


So fall eg sum ikki einaferð í ta deiligu freisting at keypa endurnýtslu. 
Eg havi ein, hvat skal man kalla tað, ein innara bardaga, har eg ikki klári at góðtaka tað at endurnýtlsa er nógv for dýrt! 
Útboð og eftirspurningur - vøran er hareftir.
Eg gekk inni í handlinum hjá Torgerð Suðuroy. Eg kom inn og dururin er skítfullur av teak kommodum, hillum, kassum, sum antin ikki eru settar saman, ella er brotið. Stadigvekk havi eg hug at taka eitt petti upp og vita um prísur er á. 
Handilin er á tremur við øllum góðum. Torgerð er blíð at koma inn til. Hon dugur at snakka. Og hon dugur eisini at selja. Í hvussu er til mín. Meðan eg stóð og hugdi eftir tí flotta heklaðar teppinum, sum sæðst á myndini, segði hon mær, at systir hennara var farin í gongd við at hekla sær eitt sovorðið teppi í vár. Hon hevði brúkt 1700 krónur uppá garnið, og var ikki liðug við tað enn!
Tað var sum um hon læs mínar tankar, meðan eg helt í teppinum. Tað var so pent og stórt, eg visti eg fór aldri at hava tol til at binda mær eitt so stórt teppi. Men eg vil so gjarna vera røsk, konulig og yvirskotsagtig, tú veit, alt tað góða ;) 
Men ahskít - eg smekkaði til! 
Og meðan eg var í gongd, so mátti eg keypa handan fitta krakkin - ella hvat kallar man tað? Trin?
So kann sonurin endiliga fylgja við hvat gongur fyri seg á køksborðinum, uttan at koma drassandi yvir við stólinum ;)
Nú er teppið í vaskimaskinuni og eg má fara at finna eitt pláss at hava krakkin standandi :)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar