mandag den 23. december 2013

Persónlig til og frá

So er tað 23. desembur og í morgin er tann stóri dagurin :)
Sjálv hevði eg ynskt, at jólaaftan ikki var longu, so hevði man kunna notið hesa deiligu tíðina longri! 
Í morgun gjørdu Róar og eg "til og frá" merkir :)

Eg brúkti hesi tingini:
klisturmerkir
Saks
Grovt pappír
Máling


Klistraði eitt merki á eitt pappír og klipti rundanum


So málaði Róar tað so fínt


Tú kanst eisini tekna eitt hvørt og klippa tað út








lørdag den 14. december 2013

Storm

"Ja, tað er tann tíðin", sum vit hava hoyrt so ofta í dag. Tað er tíðin til stormar! 
Her ristur og buldrar í húsinum.
Hóast larmin, so hava eg og sonurin, hugnað okkum við sjokulátu og kips afturvið teknifilmi. :) 
Desembur er ein ótrúliga hugnaligur mánaður, hóast ofta ringt veður. Vit hava nógv at gleða okkum til. Vinfólk koma heim. Og mammusa skattur fer at uppliva jól - ordiligt! Í fjør var hann so lítil. Hann var glaðast fyri alt innpakningspappírið ;)  





Annars eru Durita og Pætur komin heim aftur í øllum góðum. Takk fyri, at tit vildu deila tykkara upplivingar við okkum :-)

onsdag den 27. november 2013

advent

Nú er ikki so leingi til fyrsta sunnudag í advent.
Tí havi eg funnið nøkur hugskot fram til íblástur.

Tað eru so ótrúliga nógv at velja ímillum, men mær dámar væl tá alt ikki líkist og tí haldi eg at ein samanseting sum hetta, hevði verið akkurát eg.





Her eru eisini nakrir adventkransar, úr merkinum Kähler, ferm LIVING, LERCHE design, sum prýða um á borðinum.






Um tær dámar at vera kreativ og vil gera tín egna adventkrans, so eru her nøkur uppskot :)









Minst til at fylgja okkum á facebook.














tirsdag den 26. november 2013

Babyteppi úr bumull


Í dag eru 87 dagar eftir til termin, og tað tykist sum tíðin bara gongur skjótari og skjótari, hóast dagarnir ganga seint. Torført at forklára.

Eg havi við íblástri frá einum øðrum bloggi, bundið eitt, um eg sjálv skal siga tað, so ræðuliga fitt babyteppi. Myndirnar eru tiknar eitt sindur ymisk tíðspunkt. Og sum oftast um kvøldið við telefonini, so kvaliteturin er skiftandi, men vónandi síggja tit eisini, at tað er nokk so fitt.
Eg broytti uppskriftina, so teppi hóskar betur til tað, eg vil hava. Eg vildi hava eitt stórt bleytt teppi. Hetta er umleið 70x100 cm. Eg havi brúkt 5 noðu av hesum limegrøna tógvi frá Mayflower. 125 kr kostaðu tey tilsamans.

Eg havi brúkti stokk nr 3½ (Eg brúkti 80 cm rundstokk, so tað var deiliga lætt at halda eyga við, hvussu stórt tað bleiv)
Kastaði 168 eygu á og bant 8 røtt umfør. Mynstrið telur 12 eygu, men eg havi latið 6 tey fyrstu og síðstu eyguni í hvørjum umfari verið roynd. Hesi eyguni havi eg bundið røtt. Eisini á rangsíðuni.
Síðani er tað nokk so lætt. Tú bindur mynstrið, til teppið er umleið 90-100 cm, ella til tú metir tað vera passaliga nógv eftir av síðsta tógvinum, til at enda við 8 røttum umførum aftur, sum rond, og at taka av!

Åååja!! Viktugt! Minst til at dáma okkum á facebook! Trýst her, og kom inn á okkara síðu!






mandag den 18. november 2013

Girlcrush!


Hon eitur Juliett Kuczynska. Er bloggari. Og egentliga veit eg ikki so nógv meir um hana. Alt eg finni er á polskum. So hon er polsk! That's it. Men hon hevur feitan stíl. Meir nýtist mær ikki at vita!

lørdag den 16. november 2013

Frá Thailand og animatións eygum og til Kambodja

Savadi ka! 70 dagar á ferd, og uml 2 vikur til vit eru í DK. Wow skjótt!
Thailand var fantastiskt, kanska serliga aftan á India. Tey gera fantastiskan mat, og alt er deiliga nemt - eitt gott feriu stad! 
Bangkok var eisini áhugavert, vid síni nyggjastu framkomnu tøkni. Eitt áhugavert (og bisart) fenomen millum gentir, serliga í Bangkok, er teirra mynd av hvussu tær burdu sæd út. Opinbart hava tær flestu D vitamin mangul, tá tær halda at tær burdu havt hvíta húd, og halda seg langt frá øllum uttandura arbeidi. "Whitening" fæst á øllum hyllum, sum kanska minnir um okkara trongd til sjálvbrúnara, men er tad eitt sindur meira ekstremt her. Hvít húd gevur ein form fyri status, og so eru linsur, sum geva stór "animeradi" eygu sera modernad, og fáast í básum allastadni.

Nú eru vit komin til Siem Reap í Kambodja og eru so sera yviraska yvir hvussu her er, ótrúliga hugnaligt, framkomid og minnir eitt sindur um India í ferdslu og ødrum tingum, men tad er eisini tey stødini sum eru annarleidis, sum ofta eru mest spennandi! Vit stedga her eini 5 dagar ádrenn farid verdur til Vietnam. 







Ein bilhandil í Pai, Teilandi


Koh Phi Phi Ley, Maya Bay (Kent frá filminum "The Beach")


Siem Reap 


Sjokulátabollar

Leygardagin bakaði eg sjokulátabollar. 
Eg fari ongantíð at eta nakað annað aftur!


Myndina havi eg tikið av tí síðuni, har eg fekk uppskriftina. Og her kemur hon:

50 g ger
100 g smør
4 dl mjólk
1 tsk groft salt
2 spsk sukur
2 egg
uml. 800 g mjøl
100 g myrka sjokulátu. Eg brúkti sjokulátaknappar

_____________________________________________________________________


 1. Smelta smørið og rør tað saman við mjólkini
2. Petta gerið og rør til tað er upployst
3. Rør sukur, salt og egg uppí
4. Blanda mjølið í deiggið, til tað er sum tjúkkur greytur og rør sjokulátuna uppí
Elt restina av mjølinum í, eitt sindur í senn, til deiggið er mettað og er eitt sindur klistrut. Elt tað væl í 10 min.
5. Lat deiggið ganga í 1 tíma
6. Deil deiggið í 14 bollar
7. Lat bollarnar ganga á eini bakiplátu í 30 min.
8. Píska eitt egg og pensla bollarnar
9. Bakast  á 200 gradum í uml. 12 min. Til teir hava ein gyltan lit.




Vælgagnist :)

Upprunaliga uppskriftin er her

Ger tað sjálv!

Ein uppskrift uppá hvussu tú gert eitt simpult og vakurt hálsband.



Alla útgerð til eitt líknandi fæst í 2x3














Eitt møguligt hugskot til nakrar jólagávur :)
Leinkja til upprunaligu uppskriftina er her