lørdag den 31. december 2011

GOTT NÝGGJÁR!!

Gott nýggjár, øll somul!! 
Takk fyri eitt fantastiskt ár. 
Eg gleði meg so nógv at koma inn í 2012 :)




torsdag den 29. december 2011

Mmmm shoppa...

Eg mátti ein túr út at hyggja í handlar, 
og kom heim við hesum :)



lørdag den 24. december 2011

Tykkum verður ynskt...

Eini Góð & Gleðilig Jól!! 




Nú klokkan byrjar at nærkast og jólatónleikurin er hart frá í køkinum og børnini eru farin at renna og lukturin frá dunnuni er byrjaður at anga og træðið er fari at vaksa, tí gávurnar eru so nógvar og fari er, at finna sær jólaklæðini fram.. ja NÙ er Jólaaftan endiliga her. 
Tykkum verður ynskt eini Góð og Gleðilig jól.


lørdag den 17. december 2011

Ongantíð ov gomul til SLEEPOVERS




Eitt kvøld við filmi, pizza og bomm - Omaná morgun við góðum selskapi til morgunmat, tá man er graseinkja í desembur, er ikki so galið :)

fredag den 16. december 2011

Fríggjakvølds INCREDIBOOTH






Verjan er aftur!




Vit minnast hvussu feitt tað var, at hava eina verju á síni spildurnýggju Nokia 3310, nú kanst tú enduruppliva gleðina ;)

Rendi meg í eina heimasíðu, har tú kanst gera tína egnu iPhone verju!
Við at trýsta á her, kemur tú inn á síðuna.

onsdag den 14. december 2011

"It's impossible to be unhappy in a poncho!"

Leingi havi eg ynskt mær eitt poncho, og endiliga havi eg fingið eitt, sum eg eri ordiliga glað fyri - JEY!

(Frá Soul Made)









Nú fari eg at blaka meg á sofuna og lesa KVINNA-blaðið, har Durita mín kera, prýðir permuna :)



tirsdag den 13. december 2011

KærleiksNes


Eg elski tað nýggjastu myndina hjá Beintu á Torkilsheyggi, sum hon legði út í dag. Hon hevur so nógvar góðar myndir og tær kunnu tit síggja her á beinta.com 

Bara ein skjót update - nú fari eg aftur til Sex and the City ;)

Gleðilig Jól!

Eg haldi, at JÓL er tann besta tíðin av árinum. Mær dámar so væl hugnan saman við vinkonunum. Stearinljós. Luktin av mandarinum. Ein heitan kopp av te og kanska tvær ella fimm karamellur aftur við. 
Eg gleði meg altíð til, at taka jólapyntið fram og hanga alt upp. Eg kann gott byrja at pynta hálvan novembur, men tað eru summu, sum flenna at mær tá, so eg havi valt at bíða til síðst í mánaðinum. ;)
Eg plagi onkuntíð, at leita á netinum fyri at fáa íblástur, til at gera ymiskt jólaligt. Eisini fyri at síggja hvussu ymiskt fólk pynta heimið til jólar.


Her havi eg funnið nakrar deiligar myndir, sum eg haldi, eru sera hugleiðandi. Kanska tit verða inspirerað! ;)





























































Eg haldi tað er so hugaligt at pakka gávurnar inn, og mær dámar væl at gera eitt sindur burturúr, sum við gávupappíri og tílíkum. 




Keyp blandaði gávupappír og hav eitt noða ella eitt simpult band rundan um. Ger eisini títt egna til&frá merki.








Eisini er stuttligt at gera eyka nógv burturúr, tá man skal pynta seg!






















mandag den 12. december 2011

MIRIAMJANUS







Hesar eru mínar absolut yndis miriamjanus myndir. Tær eru hugsveimandi og gandakendar.

Hyggið eftir fleiri myndum her á miriamjanus.com


søndag den 11. december 2011

Amnesty 50 ár














































Amnesty skipaði fyri einari sera hugnaligari útgávukonsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 10. desembur.
Sera dugnaligir tónleikarir og góðir sangir!
Eisini stuttligt at síggja Elin syngja á pallinum ;)

Myndirnar eru tiknar við telefon, tí er góðskan har eftir.