tirsdag den 24. april 2012

Ger Tað Sjálv!

Eg haldi tað er so skeg, at gera mínar egnu smýkkur.
Serliga er tað ein bloggur, sum hevur so nógv hugskot honestlywtf.com - Ja, genialt navn! ;)
Allar myndirnar eru harfrá, uttan tann niðasta, hon er frá www.lovesoyl.com/.


Plagdi tú ikki at bregda í fólkaskúlanum?
Uppi í 2x3 fekk eg ein pakka við fleiri litum, fyri bara eini 30 kr. Eg fór beint í sving :)
Leinkja til greinina er her.

Sá ein líknandi ring í PIECES í gjár. Um tú ikki vilt hava eins og øll onnur, so er tað nemt at gera sín egna!
Leinkja til greinina er her.


Hetta hálsprýðið er nokso ógvusligt, men kul.
Leinkja til greinina er her.

Gleðiliga smýkking!

lørdag den 21. april 2012

Mmmm, comfy...


Eina slíka kundi eg gott hugsað mær. Avslappandi og behagiligt :)
Hesa fann eg her.
Og eingin annar enn sjálvur Chuck Bass hevði eina reyða í síðsta parti av Gossip Girl. Um tað klæddi honum ella ikki, mugu tit sjálvi avgera - hehe ;)


mandag den 16. april 2012

Dagsins Ynskisett





Dagsins ynskisett er av The Gary Pepper Vintage.

WILDFOX

Wildfox er eitt merki, sum eg havi eygleitt nógv síðsta árið.
Nú hava tær báðar Emily Faulstich og Kimberly Gordon útgivið eina nýggja kollektión til vár 2012.








søndag den 15. april 2012

One Habit Goes To Another

Teir síðstu mánaðarnir kann man róliga siga, at eg havi slept nógvum vanum/óvanum; So sum sigarettir, keyp av nógvum klæðum og vikuskiftis fross av pengum.



Men í staðin er mín kærleiki fallin fyri blomstrum, ringum, oyraringum osv. 
At hava frísk og pen blomstur heima, bleiv knappliga lívsneyðugt ;) Tað skapar nú eisini eina deiliga og róliga tilveru.

lørdag den 14. april 2012

PRADA





Her er eitt ordans páskainnlegg frá mær ;)
Myndir av Olsen tvillingunum frá Elle fyri apríl.


Okey, sjálvandi ein páskamynd:


Vit vóru øll familjan og rullaðu/blakaðu páskaregg í summarhúsunum á Skála, og ótu pannukøkur.
Og handan næsta myndin er hatta mítt páskaregg, sum eg fekk frá mammu :)
mmmmmmmm...

mandag den 2. april 2012

Málningur, sum á bróstinum hongur..

Eg eigi fleiri fittar og stuttligar mostrar, men serliga er tað ein teirra, ið eg hugsi um í hesum førum.
Tað er hin sum dugur so væl at mála. ;)






Á mínum føðingardegi yvirraskaði hon meg við einum stórum málningi, sum eg leingi hevði ynskt mær. Eg eri SO glað fyri hann!


Her eru nakrir av hennara málningum, so tit kunnu síggja hvussu væl hon dugir :)







Mín fitta mostur eitur Selma Johannesen, og er at hitta á Facebook:
http://www.facebook.com/profile.php?id=1608721390&ref=ts&__adt=2