onsdag den 30. oktober 2013

Vetrar - og jetlagsmorgun

Jólahýrurin er í topp og av tí, at mín ferð og mín dagur í gjár byrjaðu kl. kvart í fýra (ja, um náttina) var eg somikið sorlað í gjár, at eg fór í song 19.30. Tað hevði eisini við, at eg vaknaði av mær sjálvari vælúthvíld kl. 7 í morgun. Veit ikki, um eg nakrantíð eri farin so tíðliga upp av mær sjálvari ein frídag. Kl. 9.30 hevði eg vaskað klæðir, hongt eina maskinu upp, vaska upp frá í gjár, elta bollarnar at ganga og sat við einum temunni klár til at byrja uppgávuskriving. Tað er altso nakað, eg fari at royna aftur onkuntíð, tí eg havi fingið so nógv burtur úr degnum.




Uppskriftin til bollarnar havi eg fingið frá Anitu einaferð langt síðan og havi gjørt hana so ofta síðan, at eg dugi hana uttanat, so eg veit ikki, um hon er heilt, sum hon var tá. Men góð er hon.



Hetta skalt tú brúka til uml. 20 bollar:
3 dl lunkað vatn
1 pk ger
1 dl olju
1 tsk salt
3 spsk sukur
passaliga nógv mjøl (kanska eini 7-800 gram tilsamans)

Eg plagi at blanda grahams-, rug-, og hveitimjøl, alt eftir, hvørjar bollar eg havi hug til. Viðhvørt koyri eg onkrar kjarnir í.

Soleiðis gert tú:
Blandað lunkaða vatnið og gerina. Blanda olju, salt og sukur í eisini. Koyr eitt sindur av mjøli í í senn, til tú metir tað vera passaligt.
Lat deiggið ganga í bollanum í 30 minuttir.
Ger einar 20 bollar og lat teir ganga á plátuni í 45 minuttir. Minst til at tendra ovnin, tá teir hava gingið eitt sindur meir enn hálvan tíma.
Bakast í uml eitt korter á 175 gradum.






Vælgagnist!
Minst til at fylgja okkum á facebook!

lørdag den 26. oktober 2013

Sofuuppfrískan

Eg havi ikki altíð ráð at fylla mær sofuna við nýggjum pútum, á virði 300-500kr hvør, so eg havi funnið mær nakrar tógvrestir fram, sum eg hugsaði at gera nakrar pútur burturúr.


Tú kann fáa íblástur til mynstur og litir bæði í bløðum, netinum og eisini við at finna bundnar troyggur fram, har tú kann taka mynstur frá.  

Tað nemmasta er, at binda aftur og fram, líka sum víst á tí fyrstu myndini niðanfyri, tað er einkult og pent. Tú kann velja einlit ella fleiri litir saman, tað er upp til ein sjálvan, hvat man dámar .


Góðan bindihug! ;)


onsdag den 23. oktober 2013

121 dagar til termin

So eru 121 dagar eftir til 21/2. Eri byrjað at blíva ótolin og kann bert hugsa mær til, at tað verður verri enn.
Fríggjadagin fara vit inn í 24. viku, og vit fara eisini ein spontanan túr til Svøríkis at halda vikuskifti. Tað hava vit brúk fyri. Lítla hjartað heldur mær uppi um náttina og tá eg sovi, sovi eg illa. Men tað er ræðuliga fitt, tí tað sparka mammu sína allatíð, og tað er lekkurt at føla lív. Kanska tað vil, at eg venji meg við minimalan svøvn - eg veit ikki. Men vit gleða okkum í øllum førum til nakrar eyka frídagar í Svøríki OG AT SÍGGJA T!

Åja, lítla baby er uml somu stødd sum ein papaya! Inntil fríggjadagin .. tá er tað sum eitt granatepli.. 

søndag den 20. oktober 2013

Love marriage ella arranged marriage?

Nu hava vit verid burtur helvtina av ferdini, og hava bert eina viku eftir i India, inntil leidin gongur til Thailands. Tidin gongur ALT for skjott! Tad er so nogv at siggja!
India er so litrikt uppa so nogvar matar, men tad sum er so spennandi, tad er hvussu folkini eru og hvussu tey siggja livid.

Tad at verda giftur her, saest sum nakad heilt serligt, og ta eg (Durita) var innlogd fyri 3 vikum sidani (vegna matforgiftning), so spurdu allar sjukrasystrarnar um Paetur var "your friend or partner". Ta eg so segdi at hann var min madur, so reageradu allar vid "iiih" og "uuuuh" ljodum og onkur legdi ennta aftrat "very good", so antin var tad hjunarbandi sum var nakad serligt, ella hildu taer at Paetur var simpelthen so lekkur og at eg hevdi gjort eitt totalt overscore!! ;)
Ta eg so spurdi eina aftur, um hon hevdi sjeik, visti tad seg at hon hevdi havt sjeik i 2 ar, og vonadi at hon slapp at giftast vid honum, men her er opinbart raettiliga strangt vid "arranged marriage" imillum folk, so tad kom ann uppa um foreldrini vildu arrangera henni eitt "love marriage" (sum tey kalla tad) ella matti hon enda forholdi. Men Indarir (teir flestu vit hava mott), hava eitt annad forhold til hesi tingini, og tey godtaka tad, hoast tey siga, at forholdid til hetta er vid at broytast.

Eisini er livsholdningurin millum tey "fatoku" ein heilt annar. Tey flestu hava kanska eini hus, sum merkir 1 rum, kanska tvey, og har inni er ein song, og kanska eitt bord, men virdid i teirra livi liggur onkra heilt adrastadni, og tey virka lukkulig hoast livid i okkara eygum, virkar til at vera sera hart. Vit royna at finna utav hvat teirra lyklaord er, ti shit vit vilja gjarna taka nakad av teirra virdum vid heim!

India er tad mest klikkada landid vit hava vitjad, men tad er eisini eitt av teimum, sum eru mest annarleidis, og sum hevur eina serliga avirkan a ein.




onsdag den 16. oktober 2013

Heystið

Í dag og farnu dagarnar hevur verið ótrúliga grátt í veðrinum - í øllum førum í høvuðstaðarøkinum -
so her er ein áminning um, at heystið kann síggja øðrvísi út, enn tað hevur gjørt seinastu dagarnar.











mandag den 7. oktober 2013

Í sveimandi stólinum: Guðrun Pætursdóttir Háberg

Vit hava fingu orðið á Guðruna, sum er ein roynd songkvinna. Hon hevur verið bakgrundssangari hjá nógvum bólkum, og í vár gav hon fløgu út saman við Bartali Augustinussen. Vit seta henni nakrar spurningar.
Hvat gert tú?
Eg lesi námsfrøði á Frøbel
Hvar ert tú?
Keypmannahavn, Danmark
Ætlar tú tær heim aftur?
Eg ætli mær heilt avgjørt heim aftur, men tað verður nokk ikki enn.
Tú vanst Sement saman við Bartali, hví luttóku tit?
Vit vunnu Sement í februar 2011. Áðrenn tað høvdu vit spælt eitt lítið sindur saman – til okkurt brúdleyp og føðingardagar, men aldrin okkara egna tónleik. Eg visti, at Bartal hevði gjørt nøkur løg og spurdi eg hann beint áðrenn Sement, um vit ikki skuldu royna tað.

Bartal og eg kennast so mikið væl, at tað føldist náttúrligt fyri meg, at vit meldaðu okkum til kappingina saman.
Vit meldaðu okkum til Sement við tí fyri eygað, at onnur skuldu vita at vit ”eksisteraðu” og fyri at tey skuldu koma at kenna okkara tónleik. Eg hevði aldrin droymt um, at vit fóru at vinna, so tað var ordiliga stuttligt. Haldi ikki at eg eri blivin so kløkk fyrr, sum tað kvøldið vit vunnu

Hjá einum tónleikara, er allarhelst størsta ynski at geva fløgu út. Hvussu er kenslan?
Tónleikur hevur altíð fylt nógv í mínum lívi, og at vera sangari var altíð mín stóri dreymur. Eldri man blívur, meir skumpar man kanska hesar dreymarnar til síðis, tí at tað er so mikið ringt at sleppa framat.
”Vónin er” kom út 5. apríl í ár og er hon okkara fyrsta fløga.

Tað føldist ótrúliga óveruligt. Haldi ikki at tað er fyrrenn nú, at tað spakuliga er byrjað at ganga upp fyri mær.
Tað er ein fantastisk kensla.

Og ert tú nøgd?
Eg eri ótrúliga væl nøgd og errin av okkara fløgu. Haldi at vit fingu tað fram sum vit ætlaðu við henni. Vit vóru heppin at hava Benjamin Petersen sum framleiðara, og megnaði hann sítt arbeiði 100%. Fløgan hevði ikki verið tann sama uttan hann.
Um tú kundi, hevði tú so livað av tónleikinum?
Heilt avgjørt. At syngja er tað sum eg elski at gera, og um eg kundi livað bara av tí, so hevði eg tikið av.
Hvat gert tú, tá tú skalt hugna tær?
Eg eri ein rættiliga ”stille og rolig” genta. Eg hugni mær ordiliga nógv, tá ið eg eri saman við fólki sum eg eri góð við.

Annars trívist eg væl í mínum egna selskapi. Eg elski tá ið íbúðin er nývaskað, tendri stearinljós og koyri góðan tónleik frá.. tá hugni eg mær.

Um tú vanst eina millión, hvat hevði tú brúkt pengarnar uppá?
Eg hevði roynt at sett eitt sindur til síðis. Annars ferðast og hugna mær.
Er glasið hálvtómt, ella hálvfult?
Eg haldi at eg eri ein góð blanding av báðum.
Og til endan, hvar ert tú um 10 ár?
Eg hopi at eg eri glað og komin á røttu hyll.

Vit takka fyri prátið. Alt tað besta :)




onsdag den 2. oktober 2013

mmmikudagur


EOS-Evolution of smooth pomegranate raspberry lip balm.

Tað ljóðar, sum ein sera góð feittstift, og so fann eg hana á ebay fyri lítlan penga. 
Eg helt tað sá so lekkurt út tá onnur smurdu sær varrar við teimum, at eg vildi eisini hava eina.

Og so prýður hon so væl á hyllini ;)

Tær kunnu eisini fáast her.

Nýggjasta ELLE-blaðið er eisini komi út, 
so nú verður hugnaligt at seta seg við einum te-munni og 
tveimum bløðum, við nýggjari varrastift á! ;)