tirsdag den 17. maj 2011

KEYPmannahavn



Tá eg gangi gjøgnum gøturnar í Danmark plagi eg at halda mær fyri eyguni, men onkuntíð detti eg útí og síðan eg kom niður er hetta nakað av tí, sum eg havi keypt. 






Hvíta kjólan havi eg keypt í TOPSHOP, sum minnir nógv um mammu'sa brúðarkjóla.
Kovboyjakkin er frá Kongens Klæ'r, endurnýtslu handli.
Taskan er eisini frá Kongens Klæ'r, eini 50 kr. Oh yes!
Åja, gráu troyggjuna havi eg ikki keypt niðri - hana vildi eg bara vísa fram og reypa, tí eg keypti hana í Reyða Krossi heima í Føroyum fyri TREDIVU kr. Havi so keypt lapparnar í 2x3 fyri 25 kr. og seymað teir á.
Varrastiftin er Maybelline 413 frá Matas fyri 89,95
og neglalakkið er frá H&M

"Mikudags" SUSHI

Vanabundin er fínt, tá tú ikki nýtist at bróta vana. Men at vera vanabundin, tá ein verður rivin upp við rót og blakaður til Danmarkar einaferð um árið, er nakað lort.
Hinvegin, so síggi eg hvussu nógv eg havi brúk fyri mínum vinkum, sum eg nú GLEÐI meg at síggja, og aftur vera við til sushi dates. JAA!!




Og GAMAN



Og so summar í Føroyum - sjálvandeeeeeeee

lørdag den 14. maj 2011

RebekkaMaria og Hymns From Nineveh sligið seg saman



Rebekka Maria, sum er kend frá As In RebekkaMaria og áðrenn tað frá bólkinum Lampshade, hevur sligið seg saman við tí danska guitaristinum og sangaranum Jonas, sum kallar seg Hymns From Nineveh.
Tey syngja nakrir sangir saman her og eg haldi tað ljóðar fantastiskt!

Tey hava konsert í Jazzhouse í KBH 22. mai.

http://atmyplace.dk/rebekkamaria-hymns-from-nineveh/

onsdag den 11. maj 2011

GO PRO!

Hetta kamera'ið MÁ eg eiga! Og so kostar tað einans einar 2.500 kr.


"Art has the responsibility to be mind-opening"



Er ein uppafturtøka av Jenny Wilson. Hon endurgevur seg sjálva, tá Gaffa hevdi eina samrødu vid seg fyrst í mánadinum.

Samrødan kann lesast her: http://gaffa.dk/artikel/48906
 
Hon kom út vid nyggjari dupult fløgu 4. apríl, Blazing, "sum er ein unplugged útgáva blandad vid eini remix úgávu", soleidis sigur Gaffa í ummæli, har fløgan fær 4 út av 6 stjørnum.

Ummæli kann lesast her: http://gaffa.dk/anmeldelse/48457

Mær dámar so væl Jenny Wilson, og tad er fantastiskt at hon hevur barst seg út á marknadin aftur, eftir at hava verid burtur í eina tíd, vegna bróstkreft.

Og so hevur hon eisini konsert í Store Vega 26. mai - jey!