torsdag den 13. marts 2014

Pusliplássið hjá beiggja pyntað

Í gjár bleiv mammusa elskaða barn eina viku. Eg havi ætlað at gera eitt "uro" at hanga yvir skiftiborðið hjá honum, so hann hevur okkurt stuttligt at hyggja eftir, og í gjár gjørdi eg tað so. Eg googlaði eitt sindur runt og kom fram á nøkur origami-mynstur, sum man kann prenta sjálvur og bara klippa út. Tað tyktist deiliga einkult fyri meg og mína tíðarplan fyri tíðina. Tað tók eina løtu, men mammusa svav leingi, so eg náddi at blíva liðug. Eg droppaði sekstankantin og blómuna, eftirsum eg bara hevði eina vanliga límstift, og hesi vóru so strævin at líma. Tey fóru allatíð uppaftur.
Eg hevði nøkur papír frá Tiger, sum eg bara legði í printaran, og so printaði eg nøkur ymisk út og klipti eftir mynstrinum.
Her er úrslitið hjá okkum, og her er heimasíðan, har eg fann mysntrini at prenta. Beiggin er ikki so yvir-áhugaður í teimum enn, men mamman er væl nøgd :)




tirsdag den 11. marts 2014

Flúgv frítt


Hvør elskar ikki fríð ting? 
Veggjaprýði kann vera dýrt. 
Og eg ynski mær massar av tí, men tað kemur eitt sindur á gangin.
Eitt kvøldi kom eg á eina síðu, sum hevði so nógvar flottar myndir, altso, vit snakka gratis! 
Myndin eg her havi printað var undir asiatiskum kunsti :) 
Okey, tit fáa leinkjuna her: vintageprintable.com/wordpress/

So tað er bara at ganga amok! Keyp nakrar rammur í Tiger, so hevur tú kunst fyri 20,-! ;)


TANTE TULI

TANTE TULI er ein so fittur genbrugs handil, sum liggur á Amagerbrogade 161. Hann hevur ein Facebook profil, har konan sum hevur hann, javnan leggur myndir út at tingum, sum hon nýliga hevur fingið. 

Eg fall "pladask" fyri hesum fitta stellinum, sum hon legði út í dag! Haldi at tað er so fitt. Má heldur fara forbí at keypa, áðrenn onki er eftir! Mær dámar so væl gomul stell og serliga tey við gullkanti!



Hon hevur so nógv lekkurt í handlinum, at tað er vert at fara forbí. Ella trýst á her, so kemur tú inn á hennara Facebook síðu, og kann síggja nakað av tí sum hon selur. 
Men sum sagt, vert at fara ein túr forbí!! :)

fredag den 7. marts 2014

Nógv for lang tíð...

Nógv for lang tíð ímillum inleggini, men eisini nógv for lang tíð gingin til vit koma uppá pláss í húsinum!
Vit keyptu eini hús í novembur í '12, men enn er tað so nógv, sum vit droyma um.  

Mær hevur dámt ótrúliga væl hetta hugskotið í langa tíð. Nú gerst tað vónandi veruleiki ;)




Myndir frá Anna Weinreich

Men úrvalið av kassum her heima er lítið og einki. Tú kanst keypa 6 kassar í 2x3 fyri 1000,-. Men í gjárskvøldið kom eg inn á síðuna www.cchobby.dk/ og har fekk eg tríggjar kassar fyri 250,- ink. frakt til Føroyar. JAY!
So tað eri eg spent uppá at síggja. Vónandi koma teir í næstu viku :)